Røtur aftur til 1905

Advokatskrivstovan kann greina røtur sínar aftur til 1905 og er elsta advokatskrivstova í Føroyum. Advokatskrivstovan veitir viðskiftafólki sínum løgfrøðiliga ráðgeving á hægsta stigi. Advokatskrivstovan veitir bæði vinnulívi, almennum myndugleikum og einstaklingum løgfrøðiliga ráðgeving. Somuleiðis umboða vit viðskiftafólk okkara við dómstólarnar og í gerðarrættarmálum. Grundað á drúgvu royndirnar hjá advokatum okkara fáa viðskiftafólkini ráðgeving um allar løgfrøðiligar spurningar av týdningi fyri virksemi teirra í Føroyum.

Millum viðskiftafólkini teljast einstaklingar, reiðarí og aðrar vinnufyritøkur. Harumframt hevur Advokatskrivstovan gjøgnum árini veitt føroyskum og útlendskum myndugleikum løgfrøðiliga ráðgeving. Útlendskum fyritøkum, sum gera íløgur í Føroyum, tørvar ráðgeving um føroyska lóggávu. Nógv útlendsk virki og feløg teljast millum viðskiftafólkini hjá Advokatskrivstovuni.