Síðan avtalan millum heimastýrið og ríkisstýrið um, at málsøkið ráevni í føroysku undirgrundini skuldi flytast til heimastýrismyndugleikarnar, varð gjørd í 1992, hava heimastýrismyndugleikarnir staðið fyri øllum fyrireikingum av leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyska landgrunninum.
Fyrsta føroyska útbjóðingarumfarið endaði 17. august 2000, tá landsstýrismaðurin í oljumálum veitti 7 loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyska landgrunninum.
Advokatskrivstovan hevur serligan førleika og royndir viðvíkjandi føroyskari oljulóggávu. Vit hava veitt føroyskum myndugleikum løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við fyrireikingarnar til leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum. Vit umboða eisini oljufeløg, sum hava fingið loyvi at leita eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum. Somuleiðis umboða vit virki, ið virka sum veitarar hjá oljuvinnuni.