Advokatskrivstovan er skipað sum eitt íognarfelag.
Advokatskrivstovan hevur klientkonti í Betri Banka, BankNordik, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.
Um ein banki fer á húsagang, fáa innskjótarar fulnað sambært lóg um “garantiordning for indskydere og investorer” við í mesta lagi EUR 100.000,00, umleið kr. 745.000,00. Mesta upphæddin fevnir um samlaða innskotið í bankan, sama um peningurin stendur á ymsum konti, herundir á klientkonto og egnari konto. Hóast húsagang er fulnaður fyri upp til EUR 10 milliónir fyri transaktiónir viðvíkjandi fastari ogn til privata nýtslu.
Allir advokatar, sum starvast á Advokatskrivstovuni, hava loyvi frá Justitsministeriet í Danmark at virka sum advokatar og eru limir í Advokatsamfundet og Advokatfelag Føroya.
Allir advokatar á Advokatskrivstovuni er fevndir av ábyrgdartrygging, sum er teknað hjá Codan Forsikring. Ábyrgdartryggingin fevnir um alt advokatvirksemið hjá Advokatskrivstovuni.
Advokatskrivstovan nýtir ikki vanligar viðskiftatreytir, herundir reglur um lógval og/ella verndarting, uttan eftir beinleiðis avtalu við klientin.
Advokatarnir á Advokatskrivstovuni eru undir eftirliti av Advokatsamfundet og eru sambært § 126 í rættargangslógini fevndir av reglunum um góðan advokatsið. Afturat hesum eru advokatetisku reglurnar galdandi fyri virksemi okkara. Advokatetisku reglurnar finnast á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet www.advokatsamfundet.dk.
Er ósemja um ómaksløn kann klienturin kæra støddina av ómakslønini til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk