Advokatskrivstovan hevur drúgvar royndir frá arbeiði í sambandi við skiparakstur. Royndir okkara fevna um sáttmálagerð um bygging og umbygging av skipum, skráseting og fígging umframt keyp og sølu av skipum. Bjargingarmál og tryggingarspurningar er eisini partur av arbeiðinum.
Somuleiðis veita vit ráðgeving í sambandi við altjóða samstarv millum reiðarí, herundir samráðingar og gerð av joint venture avtalum.
Vit umboða føroysk og útlendsk reiðarí, tryggingarfeløg, feløg innan supply vinnu v.m.
Aling hevur seinnu árini fingið alt størri týdning fyri føroyska búskapin.
Advokatskrivstovan hevur veitt alarum og øðrum íleggjarum ráðgeving síðan hendan lutfalsliga nýggja vinna byrjaði í Føroyum. Advokatskrivstovan veitir alarum ráðgeving um loyvi til aling, umhvørvisreglur í hesum sambandi, fígging av virkseminum, eins og aðra ráðgeving av týdningi fyri alivirksemi.