Løgfrøðiligu karmarnir um vinnuligt virksemi í Føroyum hava stóran týdning. Tá farið verður undir vinnuligt virksemi skal støða takast til, um eitt felag skal standa fyri rakstrinum, t.d. eitt partafelag, smápartafelag, íognarafelag, lutafelag, o.s.fr.

Arbeiði við ráðgeving um føroyska felagslóggávu er partur av drúgvu royndum okkara við føroyskari vinnulóggávu sum heild. Vit veita ráðgeving um stovnan av feløgum, samanleggingar, sundurskiljingar og endurskipan. Vit ráðgeva eisini útlendskum fyritøkum, sum stovna feløg og deildir í Føroyum.

Føroysk felagslóggáva er í stóran mun grundað á danska felagslóggávu, sum hevur sín uppruna í ES-lóggávu. Føroysk felagslóggáva er tó, eins og onnur føroysk lóggáva, serlig fyri Føroyar og tí eiga útlendsk feløg at kanna føroyska felagslóggávu nærri, áðrenn farið verður undir virksemi her í landinum.