Virkisøkið hjá Advokatskrivstovuni fevnir um ráðgeving um skattaspurningar fyri bæði einstaklingar og vinnufyritøkur. Vit ráðgeva um bæði vinnufelagsskatt og persónsskatt, um skattlig viðurskifti í sambandi við stovnan av fyritøkum, samanlegging og keyp og sølu av virkjum, endurskipanir, skattasakarmál, o.s.fr.
Fyri at veita bestu tænastuna arbeiða vit ofta saman við øðrum skattaráðgevarum, tá tørvur er á tí, eitt nú grannskoðarum.