Viðskiftatreytir

Niðanfyri standandi treytir eru galdandi fyri uppgávur, sum Advokatskrivstovan (V tal: 309273) átekur sær, uttan so at annað er avtalað.

Habilitetur

Sambært reglunum hjá Advokatsamfelagnum og okkara habilitetsleiðreglum kanna vit, at tað ikki eru habilitetstrupulleikar, áðrenn vit endaliga átaka okkum eina uppgávu. Um tað seinni vísir seg, at tað fyriliggja habilitetstrupulleikar, sum viðføra, at vit mugu frásiga okkum uppgávuna, vísa vit fegin til aðrar advokatar. 

Samleikaprógv og fyribyrging av hvítvask

Advokatskrivstovan er fevnd av lógini um forebyggende foranstaltning mod hvidvask af penge. Tí hava vit skyldu til at innheinta og varðveita upplýsingar um samleikan hjá klientum okkara.

Vit hava harafturat skyldu til at kanna transaktiónir, um tað er illgruni um, at tær hava samband við hvítvasking av pengum ella fígging av terror. Í hesum sambandi hava vit eisini skyldu til at boða Statsadvokatinum fyri serligum økonomiskum kriminaliteti (SØIK) ella Advokatsamfelagnum frá.

Samsýning

Áseting av samsýning tekur støði í ymiskum parametrum. Í metingini inngongur m.a.:

  • tíðarnýtsla,
  • servitan hjá advokatunum,
  • hvussu trupul/kompleks uppgávan er, og týdningurin av uppgávuni fyri klientin,
  • virðini, ið eru involverað,
  • úrslitið, ið kemur burturúr
  • og tann ábyrgd, ið fylgir við at loysa uppgávuna.


Okkara samsýning er uttan viðkomandi gjøld og úttøku.

Tá málið byrjar kann tað vera trupult at áseta eina upphædd, sum arbeiðið kemur at kosta. Eftir umbøn kunnu vit tó altíð geva eina meting um rokningina, eins og vit skjótast gjørligt geva boð til klientin, um tað vísir seg, at samlaða rokningin verður hægri, enn áður mett.

Fakturering

Sum útgangsstøði senda vit ein faktura, tá uppgávan er liðug. Leypandi ráðgeving og uppgávur, ið vara í longri tíð, avroknast við passandi millumbilum. Treytirnar fyri gjalding eru 30 dagar frá fakturadagfesting, og MVG verður álagt eftir galdandi reglum.

Advokatskrivstovan kann krevja, at klienturin rindar eina ávísa upphædd sum depositum, áðrenn farið verður í holt við arbeiðið.

Klientkonti

Advokatskrivstovan umsitur pening á klientkonto eftir galdandi reglum. Peningurin verður settur inn á serligar klientkonti. Rentur (positivar og negativar), ið verða tilskrivaðar, fella til klientin.

Peningur, ið stendur á klientkonto, er vardur sambært lógini um indskyder- og investorgarantiordning. Verjan er avmarkað til 100.000 EUR pr. klient pr. peningastovn. Advokatskrivstovan heftir ikki fyri tap av peningi á klientkonto, um tað skuldi hent, at peningastovnurin, har peningurin stendur, fer undir trotabúsviðgerð.

Trúnaður

Øll starvsfólk hjá Advokatskrivstovuni hava tagnarskyldu. Einhvør upplýsing frá ella viðvíkjandi einum klienti okkara, sum vit móttaka í samband við eina uppgávu, verður viðgjørd í trúnaði.

Nýtsla av ráðgeving

Okkara ráðgeving er málrættað ítøkiligum málum og kann tískil ikki nýtast til annað endamál uttan góðkenning frá okkum. Advokatskrivstovan kann einans ábyrgdast fyri ta ítøkiligu ráðgeving, sum er veitt.

Advokatskrivstovan veitir sum útgangsstøði bert ráðgeving um føroysk viðurskifti. Um uppgávan krevur ráðgeving um lóggávu uttanlands, verður mælt til, at klienturin setir seg í samband við advokatar á staðnum. Vit vegleiða fegin um útlendskar advokatar, um klienturin ynskir tað.

Avgreiðsla av uppgávum

Advokatskrivstovan avgreiðir uppgávuna samsvarandi krøvunum til atburð og etik í rættargangslógini og Advokatetisku reglunum hjá Advokatráðnum.

Advokatskrivstovan avgreiðir uppgávuna, til hon er loyst, ella til klienturin biðjur um, at uppgávan skal endast. Advokatskrivstovan hevur rætt til at enda samstarvið, um kredittíðin á okkara fakturum, hóast rykkjarar er farin, ella um klienturin er insolventur. Advokatskrivstovan hevur harafturat rætt til at steðga arbeiðinum, um vit meta, at vit ikki longur kunnu taka ábyrgdina fyri ítøkiligu sakini, ella um vit meta, at tað er í áhuganum hjá klientinum, at samstarvið endar.

Klagur

Advokatskrivstovan er fevnd av reglunum um klagur hjá danska Advokatsamfelagnum. Um klienturin er ónøgd/ur við okkara arbeiði ella samsýning, kann hann/hon fyrst seta seg í samband við viðkomandi advokat.

Um klienturin framvegis er ónøgd/ur, kann klagast til Advokatnevnið.

Samband:

Kronprinsessegade 28, 1306 København K.
Teldupostur: klagesagsafdelingen@advokatsamfundet.dk
Heimasíða: www.advokatsamfundet.dk/Advokatnaevnet.aspx

Verndarting

Einhvør træta millum ein klient og Advokatskrivstovuna skal loysast sambært føroyskari lóg í Føroya rætti.

Ábyrgd og trygging

Advokatskrivstovan hevur ábyrgd fyri løgfrøðiligari ráðgeving sambært vanligum reglum í Føroyum.

Ábyrgdin fevnir tó ikki um óbeinleiðis tap so sum rakstrartap, tap av vinningi, tap av dátum, tap av goodwill osfr.

Advokatskrivstovan hevur ábyrgdartrygging í einum viðurkendum tryggingarfelagi. Tað samlaða endurgjaldið fyri fylgjurnar av einum skaða kann ikki fara uppum 15 mió. kr. fyri hvønn advokat.