14-11-2023
Seinasta boð: DKK 3.725.000,00
Boð er galdandi til: 13.12.2023 kl. 10.00
Seinasta boð: DKK 3.725.000,00
Boð er galdandi til: 13.12.2023 kl. 10.00
Spógvavegur 38, Tórshavn
13.12.2023 kl. 10.00
14-11-2023

Við hesum verður matr. nr. 727ca, Tórshavn lýst til sølu. Talan er um hús í tveimum hæddum við lágari reising. Grundøkið er 470m2.

Byggiár 1981. Endarnir stoyptir upp, tekjan aluminium, húsini eru klødd við timbri og vindeygu eru úr timbri.

Mát uttan umleið 12,7 x 8,3 m. + 5,5 x 2,3 m. Niðara hædd umleið 118 m2, alt innrættað. Ovara hædd umleið 114,5 m2, alt innrættað. Niðara hædd: vaskirúm/kjallararúm, gangur, fyrrúm, køkur/stova, eitt stórt og eitt minni kamar, baðirúm. Ovara hædd: gangur, køkur/stova, vesi, hjúnarúm, tvey smærri kømur, baðirúm v/kari og brúsu.

Húsini standa væl fyri í friðarligum umhvørvi, tætt við ítróttarøkið í Gundadali, handlar og dagstovn. Húsini hava tvær sjálvstøðugar búeindir. Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, kr. 3.725.000,00.

Tilboð um ognarskiftistrygging er útvegað.

Húsaskoðan sæst her.

Boðsskjal kann takast niður her.

Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, Sunnevu Davidsen, sud@jura.fo ella á tlf. 35 33 35.