17-01-2023
Seinasta boð: DKK 1.300.000,00
Boð er galdandi til: 12.00
Seinasta boð: DKK 1.300.000,00
Boð er galdandi til: 12.00
Sethús í Kollafirði
12.00
17-01-2023

Við hesum verður ognin matr.nr. 96, Kollafjørður, í Homrum 29, lýst til sølu. Húsini eru upprunaliga bygd uml. 1940, men eru seinni um- og útbygd og eru samanbygd við grannaogn. Húsini hava kjallara, miðhædd og loft á ávikavist uml. 64 m2, 81 m2 og 39 m2 mátað uttan.

Tey eru innrættað soleiðis:

Kjallari: Fýrrúm, goymslurúm, kamar og gangur.
Miðhædd: Durur, gangur, baðirúm, køkur, stova og hjúnakamar.
Loft: Úti á lofti, tvey kømur og baðirúm.

Hjallur á uml. 7 m2 er omanfyri húsini.
Grundøkið er 290 m2.

Húsini hava sera gott útsýni.

Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 1.675.000. Seljarin tilskilar sær rætt at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av. Minsta yvirboð er kr. 25.000.

Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan um fígging frá peningastovni.

Áhugað kunnu síggja húsini.

Neyðugt er at siga frá hjá undirritaðu frammanundan.

Boðskjal kann heintast her
Húsaskoðan kann heintast her

Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, tlf. nr. 353335, Fríðu Patursson, adv., frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, aro@jura.f