01-07-2022
Seinasta boð: DKK 3.200.000,00
Boð er galdandi til: 22.08.2022 kl. 12.00
Seinasta boð: DKK 3.200.000,00
Boð er galdandi til: 22.08.2022 kl. 12.00
Tórsbyrgi 21, Tórshavn
22.08.2022 kl. 12.00
01-07-2022

Við hesum verður ognin Tórsbyrgi 21, matr.nr. 673b, Tórshavn lýst til sølu.

Talan er um samanbygd hús í vælumtókta býlinginum Tórsbyrgi. Húsini eru í einari hædd við lofti á ávikavist uml. 62 m2 og 29 m2, alt innrættað. Úthús uml. 13 2.

Niðara hædd: Durur, gangur, køkur, stova, kamar, baðirúm. Loftið er alt eitt rúm, sum er stova.

Tvær terassur eru, onnur út frá køki og hin út frá stovuni við sera góðum sólargangi.

Húsini eru bygd 1976. Brandmúrar eru stoyptir heilt upp, tekjan er nýliga skift, og húsini eru klødd við timbur og aluminium. Úr køkinum og av loftinum er sera gott útsýni.

Húsini á Tórsbyrgi hava felags hitaskipan, parkeringsøki, hús til felags tiltøk og onnur felagsøki.

Eigarar hava skyldu til at vera limur í Eigarafelagnum.

Vegleiðandi prísuppskot: kr. 3.200.000. Prísuppskotið er ikki bindandi, og tað stendur seljaranum frítt fyri at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, tlf. 353335, Fríðu Patursson, adv. frp@jura.fo.

Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá 18. juli – 8. august 2022 og í hesum tíðarskeiði ber ikki til at lata boð inn upp á ognina.

Húsaskoðan fæst her: Húsaskoðan .pdf

Boðskjal fæst her: Boðskjal.docx