Við hesum verður sethúsaognin matr.nr. 10, Kollafjørður lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Grundøkið er 666 m2.
Húsini standa frítt fyri við góðum útsýni. Bussamband beint við.
Húsini eru bygd uml. 1950. Tey eru í tveimum hæddum, hvør uml. 70 m2. Vegleiðandi mát.
Kjallari: Durur, vaskirúm, goymslurúm, kamar, gangur við trappu.
Í erva: Durur, gangur, tvey smá kømur, baðirúm, køkur, stova við trappu niðurundir.
Húsini verða seld vegna deyðsbúgv,
Húsaskoðan sæst her.
Sum tað sæst á húsaskoðanini eru húsini undir umvæling og krevja ábøtur.
Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 1.450.000,00. Seljarin tilskilar sær rætt til
at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av. Gjørt verður vart við, at prísuppskotið
einans er vegleiðandi.
Minsta yvirboð: kr. 25.000,00.
Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan
um fígging frá peningastovni.
Boðskjal kann heintast her.
Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, Fríðu Patursson,
adv. frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, tlf. nr. 353335