22-06-2021
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
Margit Jørgensen
22-06-2021

Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum.

Endamál grunsins eru:

  • At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,
  • at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,
  • at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru        treingjandi á ein hvønn hátt, og
  • í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá    helst til útbúgvingarendamál.

Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 16. august 2021, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar í viku 35.

Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.

Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.

Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.


Umsóknirnar skulu sendast til:

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale

c/o Fríða Patursson

Frúutrøð 4

Postboks 6

110  Tórshavn

frp@jura.fo