04-09-2020
Hús í Geilini 1, Innan Glyvur
Margit Jørgensen
04-09-2020

Vegna Føroya skiftirætt verður nevnda ogn, matr.nr. 132, Strendur - Innan Glyvur – til sølu.

Húsini eru bygd fyrst í 1900-talinum. Grundin er laðað, tekjan dekra, og klædningurin er steinplátur. Flestu vindeyguni eru úr plasti.

Stødd: Kjallari/garaga uml. 69 m2, miðhædd uml. 47 m2 og loft uml. 25 m2. Grundøkið er uml. 976 m2.

Innrætting:

Miðhædd: Durur, wc/brúsa, gangur, køkur, lítið spískamar, lítið rúm inn frá køki og stova.

Loft: Gangur, tvey kømur og útgongd til altan.

Húsini eru ikki dagførd.

Húsini standa frítt fyri, og útsýnið yvir fjørðin er frálíkt. Parkeringsviðurskiftini eru góð, og bussteðgipláss er beint við.

Prísuppskot: kr. 750.000,00.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Advokatskrivstovuna, Fríðu Patursson, advokat, tlf. 35 33 35 ella teldupost frp@jura.fo

Húsaskoðan.pdf

Boðskjal.pdf

Mannagongd og treytir.docx