23-07-2019
Seinasta boð: DKK 4.000.000,00
Boð er galdandi til: 23.08.2019
Seinasta boð: DKK 4.000.000,00
Boð er galdandi til: 23.08.2019
Í Svanga 27
23.08.2019
23-07-2019

Snotilig sethús í Svanga 27

Talan er um hús frá 1989 í góðum standi, sum standa í góðum umhvørvi, tætt við alskyns hentleikar og hava gott ústýni. Stovnar og innkeypsmøguleikar eru nær við, og býbussur steðgar nærhendis. 

Grundøkið er 684m2, og búvíddin er áleið 200m2. 

Húsini eru innrættað soleiðis: 

Í stovuhædd er inngongd, durur, gongd, køkur, spísistova og stova í einum við skjótihurð, hjúnarrúm við tilhoyrandi vesi/brúsu, kamar við tilhoyrandi vesi/brúsu, kontór/gestakamar, fýrrúm/hobbyrúm og vaskirúm. Úr stovuni er eisini atgongd til útistovu umframt hurð út til útigólv. 

Úr spísistovuni er trappuuppgongd til ovaru hædd. Á ovaru hædd eru 2 kømur, umframt stórt alrúm.

Afturat ognini er gott bilhús, við inngongd til fýrrúmið/hobbyrúmið. Harafturat er hjallur á 5 m2 og ein góður urtagarður.

Húsaskoðan fyriliggur, og ognarskiftistrygging verður bjóðað keypara.

Áhugaði kunnu venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 211817, ella ojk@jura.fo, ella Rúna Hentze, løgfrøðilesandi, tlf. +4553610705, ella rh@jura.fo