03-07-2019
Vørugoymsla v.m. til sølu
Margit Jørgensen
03-07-2019

Goymslan og aðrar ognir hjá Sp/f Alval í konkurs eru til sølu.

Goymslan fevnir um ymisk klædnapløgg, herundir til frítíð og arbeiðis, m.a. buksur, jakkar, skjúrtur, undirklæðir, draktir o.s.fr.

Onnur útgerð, so sum knívar, bustir, veskur og sápur.

Skrivstovuútgerð. Tríggjar teldur við skíggja og prentara, trý skrivstovuborð (heva/senka) við skrivstovustólum. Umframt onnur útgerð.

Lítil IKEA køkur við hvítvørum.

Boð kunnu gevast sum samlað boð ella hvønn vørubólk sær saman við váttan um fígging. Verður samlað boð givið, skal boðið útgreinast fyri hvønn vørubólk sær.

Undirritaði tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum innkomnu boðini ella ikki at taka av nøkrum boði.

Áhugað kunnu venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, ojk@jura.fo, tlf. 35 33 35 ella 21 18 17, skrivaran Margit Svabo Jørgensen, msj@jura.fo, Rúna Hentze, løgfrøðilesandi, rh@jura.fo, ella Tóka Niclasen, fyrrverandi stjóra, niclasentoki@gmail.com, tlf. 21 21 86.

Yvirlit yvir aktiv.pdf