11-04-2019
Seinasta boð: DKK 180.000,00
Seinasta boð: DKK 180.000,00
Hús í Sandvík
Margit Jørgensen
11-04-2019

Vegna ein veðhavara, sum hevur yvirtikið ognina, matr. nr. 457, Hvalba, eini sethús, sum liggja í Sandvík, selja vit hesa ognina.

Grundøkið er 598 m2 við ástandandi sethúsum. Sethúsini standa Uttan Kirkju 2 í Sandvík í trimum hæddum og tilhoyrandi bilhúsi. Húsini eru upprunaliga bygd í 1930 og hava fingið ábøtur í 2011. Ábøturnar í 2011 fevna um útskifting av vindeygum, úthurð og húsini eru klædd við trýstinprigneraðum brettum og bjálvað innanundir. Vindeyguni mangla tilsetningar innanfyri. Ketilin er frá 2005.

Gjørt verður vart við, at fýrur er staðfestur í bjálkalagnum í kjallara. Tað er ikki komandi upp á ovasta loft fyri at kanna sperrur, og tí kann einki sigast um standin av sperrum, og um møguligan fýr her.

Innrætting:

Miðhædd: Tvær stovur, køkur, baðirúm, gangur, trappuhol, í alt gott 40 m2.

Loft: Tvey kømur í alt uml. 28m2.

Kjallari: Kjallararúm.

Seljarin hevur ikki latið gjørt húsaskoðan, og tí verður heldur ikki bjóðað ognarskiftistrygging.

Neyvari upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 35 33 35 ella teldupost ojk@jura.fo, ella skrivaran, Margit Svabo Jørgensen, teldupost msj@jura.fo.